Innanlands

Setrið skal vera smidligari

Hetta er slagorðið í nýggjari strategi, har nýggjar dagførdar útbúgvingar skulu setast í verk.- Tað er ikki burðardygt, at 40 prosent av teimum ungu flyta av landinum og at bara helvtin av teimum kemur heimaftur

- Vit kunnu og eiga at gera Føroyar til eitt betri lestrarland fyri okkara ungu við betri útbúgvingarmøguleikum. Men vit sleppa ikki undan at gera íløgur í lestrarbústaðir og kampus, skal streymurin av landinum tálmast. Martin Tvede Zachariasen, rektari, hevur saman við starvsfólki, stýri og uttanhýsis áhugapørtum dagført strategiætlanina fyri Fróðskaparsetur Føroya (Mynd: Jens. Kr. Vang)

- Vit kunnu og eiga at gera Føroyar til eitt betri lestrarland fyri okkara ungu við betri útbúgvingarmøguleikum. Men vit sleppa ikki undan at gera íløgur í lestrarbústaðir og kampus, skal streymurin av landinum tálmast. Martin Tvede Zachariasen, rektari, hevur saman við starvsfólki, stýri og uttanhýsis áhugapørtum dagført strategiætlanina fyri Fróðskaparsetur Føroya (Mynd: Jens. Kr. Vang)

2024-09-18 13:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nýggjar dagførdar útbúgvingar og smidligari tilboð til teirra, sum hava tørv á tí.

Fróðskaparsetur Føroya hevur sett nýggja kós fram til 2030, og málið er millum annað at bjóða fleiri útbúgvingar sum parttíðarlestur fyri at linka trýstið á arbeiðsmarknaðin og at lata meira upp við fleiri stakskeiðum undir heitinum “Opið Setur” 

Hesum boðar Fróðskaparsetur Føroya frá í dag, í sambandi við, at ein nýggja strategiætlan er løgd. Í fyrstu syftu fram til 2030. Martin Tvede Zachariasen, rektari, hevur saman við starvsfólki, stýri og uttanhýsis áhugapørtum dagført strategiætlanina fyri Fróðskaparsetur Føroya

- Ætlanin fevnir víða, men í hesum umfarinum verður dentur lagdur á aktuellu málini í miðlunum um stóra eftirspurningin eftir arbeiðsmegi í Føroyum.

At nógv unga flyta av landinum í útbúgvingarørindum og at nógv ikki koma aftur, er nú veruliga komið á breddan aftur. Her noyðist Setrið at verða styrkt:

- Búfestið í Føroyum má styrkjast, tí hvørki búskaparliga ella sosialt er tað burðardygt, at 40 prosent av teimum ungu flyta av landinum, og at bara helvtin av teimum kemur heimaftur. Vit kunnu og eiga at gera Føroyar til eitt betri lestrarland fyri okkara ungu við betri útbúgvingarmøguleikum. Men vit sleppa ikki undan at gera íløgur í lestrarbústaðir og kampus, skal streymurin av landinum tálmast, skrivar setur.fo.

[object Object]

Fróðskaparsetrið vil byggja brúgv til miðnám og til Hægri nám á Glasi, soleiðis at fleiri ungir føroyingar, sum annars høvdu farið av landinum, heldur velja at lesa í Føroyum. Neyðugt er eisini at dagføra og menna útbúgvingarnar, so at tær í enn størri mun enn nú samsvara við tørvin á almenna og privata arbeiðsmarknaðinum.

- Vit mugu ikki undirmeta, hvussu neyðug tey ungu eru sum arbeiðsmegi – eisini meðan tey lesa. Kanningar vísa, at okkara umleið 1000 lesandi á Fróðskaparsetrinum í miðal arbeiða 18 tímar um vikuna, so tað sigur seg sjálvt, at fulla ella lutvísa arbeiðsorkan hjá teimum 40 prosentunum, sum fara av landinum at lesa, hevði gjørt stóran mun her heima.

Vælferðarøkið hevur vaksandi tørv á arbeiðsmegi, og her vil Fróðskaparsetur Føroya framhaldandi gera mun. 

Vit hava eisini lagt okkum í geyma tann stóra og vaksandi tørvin á arbeiðsmegi á vælferðarøkjunum. Sum heild skal vit Setrið esini hava fleiri parttíðarútbúgvingar, so tilknýtið hjá teimum lesandi til arbeiðsmarknaðin verður lættari enn nú. Góðska og altjóða góðkenning skulu eisini á breddan.

Til ber at lesa meira á setur.fo

Lesið nýggju strategiætlanina hjá Setrinum her


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder