![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Bygningarnir hjá Setrinum eru fyribils stongdir, men hildið verður fram við undirvísingini í mest møguligan mun við teimum amboðum, sum eru tøk.
Hetta boðar Fróðskaparsetur Føroya frá, nú myndugleikarnir hava hert corona-tilmælini. Hægri lærustovnar í Danmark eru latnir aftur komandi tvær vikurnar, og á millum annað KU er ein heilur árgangur av læknalesandi í sóttarhaldið, tí í øllum førum tríggir næmingar á árganginum eru smittaðir.
Setrið er ikki ófyrireikað til nýggja veruleikan, nú heimsheilsustovnurin, WHO, hevur lýst støðuna við covid-19 at vera eina alheims farsótt. Bygningarnir eru læstir, starvsfólk arbeiða heimanífrá, og ein skipan verður sett í verk, har vanliga undirvísingin verður sum fjarlestur. Summi brúka longu fjarlestraramboðini, men í næstu viku skal skipanin sum heild setast í verk,
Fróðskaparsetur Føroya skrivar eisini, at lesandi eru kunnað, og nærri kunning um fjarundirvísingarskipanina kemur seinni. Gransking og fyrisiting halda fram sum vant, men undir øðrvísi skipaðum viðurskiftum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald