Svenski stuttleikabáturin Sula hevur nú sett kós móti Íslandi.
Báturin kom í Nólsoyarfjørð um sjey tíðina í gjárkvøldið, men svensku hjúnini sluppu ikki í land í Føroyum orsakað av smittuvanda.
- Vit samskiftu við tey og høvdu samband við politiið eisini. Tey søgdu, at teimum tørvaðu olju, vatn og tílíkt, og tað fingu tey umborð. Boðini frá okkara síðu var, at tey ikki kundu koma í land í Føroyum uttan at fara í sóttarhald fyrst, segði Jónsvein Lamhauge, havnafúti, við Portalin fyrrapartin.
(Mynd: Sverri Egholm)
Talan er um eini tilkomin hjún úr Svøríki, og eru royndir siglarar, sum hava verið í Føroyum fyrr. Leygarmorgunin kom Sula til Lerwick í Hetlandui, men eisini har sýttu myndugleikarnir fólkunum at fara í land.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald