
“Løgmaður sigur, vit eru ein pinkutjóð – men her er ríkiligt av plássi!”, stóð á tí eina skeltinum, sum Unga Tjóðveldið og Sosialistisk Ung vístu fram á Tinghúsvøllinum í dag.
Eisini høvdu tey sett tíggju stólar upp, sum skuldu ímynda tey umleið tíggju flóttafólkini, sum mett verður at Føroyar eiga at taka ímóti.
- Hugsa tær, at Føroyar tóku ímóti 10 flóttum. Hugsa tær, at vit hjálptu 10 fólkum til tryggleika. Hugsa tær, at vit bjargaðu teimum frá kríggi, taliban og kúgan. Vit fáa ikki bjargað øllum, men vit kunnu saktans gera okkara part. Alt ger mun, serliga fyri tey, vit hjálpa, siga fyriskipararnir.
Unga Tjóðveldið hevur tikið myndirnar niðanfyri:

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald