Innanlands

Sev arbeiðir víðari við vindmylluverkætlan á Eiði

Kommunan skipar fyri borgarafundi týsdagin 

(Tillagað mynd: Sev)

(Tillagað mynd: Sev)

2021-03-11 07:25 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Verkætlanin at byggja seks vindmyllur oman fyri Eiðis bygd, er minkað niður í fýra vindmyllur, og nú arbeiðir Sev við at fáa hesar fýra vindmyllurnar settar upp næsta ár.

Men tað krevur, at neyðugu loyvini verða fingin til vega skjótt, sigur Brian Joensen, verkætlanarleiðari hjá Sev við heimasíðuna sev.fo.

Enn vantar byggiloyvi, avgerð frá Yvirfriðingarnevndini og avtalan við hagan um lendið.

Vindfelagið í Neshaga, sum er dótturfelag hjá SEV, vann útboðið hjá orkumyndugleikanum um vindmyllulund á 18 MW við Eiði í 2019, og fór beinanvegin undir fyrireikandi arbeiðið, sum millum annað umfatar árinsmetingar, umhvørvisgóðkenning, byggiloyvi, avtalu við haga um lendið osfr. Hetta arbeiðið hevur tó tikið væl longri tíð, enn væntað.

Umsókn um byggiloyvi varð latin Eiðis kommunu 19. november 2019, við eini dagføring 17. august 2020, men av ymsum orsøkum varð umsóknin ikki viðgjørd av fráfarna bygdaráði.

Dagføringin 17. august 2020 kom eftir, at avgerð var tikin um at minka vindmyllulundina úr seks myllum á 18 MW niður í fýra myllur á tilsamans 12 MW, staðsettar í haganum Suðurhelvt.

SEV samskiftir í løtuni við nýggja bygdaráðið á Eiði um byggiloyvi, og í hesum sambandi hevur bygdaráðið kallað inn til borgarafund týsdagin 16. mars.

Á borgarafundinum fara umboð fyri SEV at greiða frá verkætlanini og at svara spurningum og ivamálum, sum eiðisfólk hava um vindmyllurnar og verkætlanina sum heild.

Myndir eru gjørdar, sum vísa, hvussu myllurnar fara at taka seg út úr ymsum sjónarhornum. Myndirnar síggjast á heimasíðuni hjá Sev

Afturat byggiloyvinum vantar eisini góðkenning frá Yvirfriðingarnevndini og avtala við lendiseigararnar. Bíðað verður eftir niðurstøðu frá Yvirfriðingarnevndini, og Umhvørvisstovan er í samráðingum við hagan um atgongd til lendið.

- Myllurnar skulu bíleggjast í góðari tíð, men vit kunnu sjálvsagt ikki bíleggja myllurnar og annað neyðugt tilfar, fyrrenn vit hava fingið øll loyvi til høldar, sigur Brian Joensen, verkætlanarleiðari.

Ein 12 MW vindmyllulund er mett at kunna framleiða góðar 35 GigaWatt tímar árliga. Hetta svarar til 7.600 tons av olju ella sagt á annan hátt gott og væl ein tangabát við olju til Sundsverkið, skrivar Sev.

Loyvið til vindorkuframleiðslu umfatar seks myllur, og arbeitt verður við at finna aðra staðseting til tvær tær síðstu myllurnar.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder