
Royndarkoyringin av Deep Green 100 sjóvarfalstøknini hjá Minesto í Vestmannasundi gongur væl, sigur SEV.
– Í løtuni fara vit stigvíst ígjøgnum ætlanina við royndarkoyringini, sum skal enda við framleiðslu inn á føroyska elnetið. Higartil hava vit gjøgnumført høvuðsfunktiónirnar við DG100 tøknini, t.e. útseting av drekanum, innafturtøka, fjarstýring av drekanum í sjónum, á kyrrindum, umframt elframleiðslutøknina, sigur Martin Edlund, forstjóri í Minesto.
Eitt 15-manna stórt toymi hjá Minesto er á staðnum í Vestmanna fyri at gjøgnumføra royndarkoyringina av sjóvarfalstøknini. Talen er um folk frá framleiðslutoyminum í Svøríki og rakstrartoyminum úr Stórabretlandi, skrivar SEV.
Og sambært forstjóranum í Minesto ger toymið eitt megnararbeiði fyri, at tey kunnu koma nærri elframleiðslu inná netið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald