![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Arbeiðið við vindmyllulundini í Porkerishaganum er nú komið so væl áleiðis, at streymur varð settur til fýra av myllunum týsdagin 20. oktober, skrivar elfelagið SEV á heimasíðuna.
– Arbeiðið við myllunum, samstarv við veitarar, undirveitarar og avvarðandi myndugleikar hevur gingið væl. Hóast koronafarsóttin hevði seinkingar við sær í vár og veðrið hevur verið avbjóðandi, hevur tað eydnast at halda tíðarætlanina nøkulunda. Royndarkoyring við elframleiðslu inn á netið byrjar fyrst í november, og væntandi verður vindmyllulundin formliga yvirtikin í desember, sigur Brian Joensen, deildarleiðari fyri eltøkni hjá SEV og verkætlanarleiðari.
Lundin er mett at framleiða 20,4 GWt um árið, um øll orkan verður fingin inn á netið. Tað svarar til miðalnýtsluna hjá 4.000 húskjum, og fer at minka um oljunýtsluna við 4.400 tonsum árliga, skrivar SEV.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald