Spurningurin um landsstreym hevur javnan verið havdur á lofti seinastu árini av m.a. kommunum og landsmyndugleikum. Serliga er tað felagið Heimafriður, sum vísir á landsstreym sum eina loysn upp á ljóðdálkingina, sum borgarar í fleiri kommunum hava klagað um.
– Tó at flest øll eru samd um, at landsstreymur er vegurin fram, hevur enn eingin tikið tey stóru og ítøkiligu stigini at gera íløguna. SEV hevur onga formliga umsókn fingið um størri landsstreymsanlegg, hóast fyrispurningarnir hava verið frá kommunum eins væl og vinnukundum, sigur elfelagið á heimasíðu sínari.
– Íløgan í landsstreym til stóru skipini er stór og møtumikil fyri tær einstøku kommunurnar, og sum skilst, aftra kommunurnar seg at gera neyðugu íløguna, m.a. tí at tær meta tað vera kappingaravlagandi, tá kravið til skip um landsstreym ikki er tað sama í øllum havnum. Eisini er óvist, hvussu íløgan kann vinnast inn aftur.
– Tað er okkara fatan, at kommunurnar sakna eina felags reglugerð frá landsmyndugleikunum, sum ásetir rammur og reglur, sum eru felags fyri øll.
SEV fer tí at taka stig til ein evnisdag um landsstreym, sum ætlandi verður í Løkshøll beint eftir summarfrítíðina. Les meira her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald