Sev hevur ætlanir um at fara undir at seta upp nýggjar vindmyllur á Eiði skjótast gjørligt.
- Nú skulu øll ooyvi fáast til vega til verkætlanina, so vindmyllurnar kunnu reisast skjótast gjørligt.
Soleiðis skrivar Sev í tíðindaskrivi eftir at interkommunali orkufelagsskapurin vann útboði um at seta eina vindmyllulund upp nærhendis Eiðisvatn.
Sev hevði lægra tilboðið uppá at seta vindmyllur upp á Eiði, og Orka hevur nú gvið Sev loyvi at byggja eina 18 MW vindmyllulund á Eiði. Talan verður um seks vindmyllur av slagnum E82 – á 3 MW hvør – frá týska vindmylluframleiðaranum, Enercon.
Sev bjóðaði 23,9 oyru fyri kWt, og hitt boðið á Eiði kom frá Magn, sum bjóðaði 26,2 oyru fyri kWt.
- Vit fegnast um, at orkumyndugleikin hevur avgreitt vindorkuútboðið á Eiði. Nú kann farast víðari við útbyggingini av vindorkuni, og harvið fáa vit spart munandi oljuútreiðslur, sigur Hákun Djurhuus, stjóri í Sev.
Hann vísir á, at SEV vil arbeiða so skjótt sum gjørligt á Eiði, treytað av at øll loyvi eisini verða fingin til vega sum skjótast. Talan er m.a. um byggiloyvi, umhvørvisárinsmeting og loyvi frá friðingarmyndugleikunum.
Í dag var eisini greitt, at Magn vann útboðið um at seta upp vindmyllur í Flatnahaganum í Havn.
Les eisini: Lív fer saman við Magn undir vindmyllulund
Ætlanin um at seta vindmyllur upp hærhendis Eiðisvatn hóvaði ikki Føroya Fuglafrøðifelag, sum mælti frá at seta hesa ætlan íverk.
Les eisini: Fuglafrøðifelag mælir frá vindmyllum við Eiðisvatn
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald