Innanlands

Sexspæl í morgunballi førdi til ákæru um neyðtøku

Ákæran um neyðtøku er nú slept, og er broytt til samlegu og aðra kynsliga samveru við persón, sum ikki er í standi at verja seg

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2020-05-19 07:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Málið um tveir menn og eina kvinnu, sum skuldi hava neyðtikið eina 17 ára gamla gentu hevur tikið eina vend.

Dómsviðgerðin var í gjár, og forboð var ikki fyri at endurgeva, sum tað annars hevur verið til rættarfundirnar, sum hava verið í málinum.

Sambært Kringvarpinum hevur ákæruvaldið slept ákæruni um neyðtøku, men hevur broytt ákærina til samlegu og aðra kynsliga samveru enn samlegu við ein persón, sum er í einum standi, har viðkomandi ikki er før fyri at verja seg móti gerðini.

Hendingin fór fram á heysti í 2016, tá nøkur ungfólk vóru saman í morgunballi í eini íbúð í Havn. Tey høvdu drukkið og høvdu eisini tikið evnið ritalin. Í einum spæli, sum hevði við sex at gera, fóru tey longur og longur, tá tað snúði seg um sex. Trý av fólkunum vóru saman, og tann eina gentan, sum var aftrat, var 17 ára gomul, tá hendingin fór fram.

Ákærin metir, at tvey av fólkunum áttu at vera dømd 6-8 mánað fongsul undir skerpandi umstøðum, men undir linari umstøðum, eigur dómurin at vera 4-6 mánaðir. Verjarnir hjá teimum báðum krevja frídøming, og í mesta lagi treytaðan dóm.

Tann 17 ára gamla gentan var ikki trýst til nakað sum helst, men var virkin í øllum tí sum fór fram hendan morgunin, siga verjarnir.

Dómur fellur væntandi í málinum mánadagin, skrivar KVF á heimasíðuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder