2020-10-23 14:11

Í morgin, leygardagin 24. oktober, verður seyðasýning í Kvívík. Tiltakið er alment og verður uppi á Símunarbrekku.
Byrjað verður klokkan níggju. Tá koma eigararnir við teirra seyði. Seyðirnir fáa eitt nummar, so sýnsmenninir ikki síggja, hvør eigarin er.
Sjálv sýningin byrjar klokkan tíggju. Sýnsmenninir, sum koma at meta um seyðin, koma frá Norðoyggjum, verður boðað frá í tíðindaskrivi.
Virðislønir, ið vera latnar eru:
- Besti veðragjólingur (1, 2 og 3)
- Besti hagi (1, 2 og 3)
- Besti veturgamli veðrur
- Besti eldri veðrur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald