Innanlands

Seyður leyp út fyri motorsúkklu tætt við Brúnna við Streymin

Førarin datt av motorsúkklini í royndini at ikki raka seyðin. Stutt seinni varð ein motorsúkkluførari tikin á næstan sama staði fyri at koyra ávirkaður

Motorsúkklan endaði í grasinum við vegjaðaran (Mynd: Jens Kr. Vang)

Motorsúkklan endaði í grasinum við vegjaðaran (Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-06-14 10:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Beint áðrenn klokkan 17 í gjár kom ein seyður brádliga út á vegin, tá ein motorsúkkla kom koyrandi í brekkuni millum rundkoyringina tætt við Norðskálatunnilin.

Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn upplýsir, at førarin beinanvegin royndi at koyra útum seyðin, so at hann ikki varð árendur, men førarin misti tamarhaldið og fór av vegnum.

Motorsúkklan fekk skaða, og maðurin varð koyrdur á Landssjúkrahúsið. Talan varð tó ikki um nakran álvarsaman persónskaða

[object Object]
Mynd: Jens Kr. Vang

Áleið ein tíma seinni støgðaði ein motorsúkkla á Magnstøðini, ið ikki er nógvir metrar frá staðnum har óhappið hendi. Løgreglan var á staðnum og legði merki til, at maðurin var ávirkaður av rúsdrekka. Hetta verður hann revsaður fyri. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder