Innanlands

Seytjan vilja verða kommunustjóri í Vága kommunu

Talan er um ellivu menn og seks kvinnur. Setanarbólkurin fer nú at viðgera umsóknirnar, og starvið verður sett í næstum.

Kommunustjórin skal stuðla býráðnum og borgarstjóranum í at seta dagsskránna (Mynd: Vága kommuna)

Kommunustjórin skal stuðla býráðnum og borgarstjóranum í at seta dagsskránna (Mynd: Vága kommuna)

2020-05-19 12:46 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár, 18. mai, var umsóknarfreistin til starvið sum kommunustjóri í Vága kommunu. Áhugin fyri starvinum er stórur, skrivar Vága kommuna á heimasíðu sínari, tí seinastu vikurnar eru 17 umsóknir komnar til starvið. 11 menn og 6 kvinnur hava søkt.

Setanarbólkurin fer undir at viðgera allar innkomnu umsóknirnar beinanvegin, og miðja verður eftir at seta starvið frá 1 juli ella skjótast gjørligt, boðar kommunan frá.

Vága kommuna lýsir starvið á tann hátt, at kommunustjórin skal stuðla býráðnum og borgarstjóranum í at seta dagsskránna og megna at halda visjón og møguleikar í miðdeplinum í samstarvi við borgarar og vinnulív í kommununi. Borgarstjórin og kommunustjórin mynda kommununa úteftir saman.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder