Um hálvgum tvey tíðina lendi Shu-bi-dua í Vágum. Innflúgvingin við flogfarinum hjá Atlantsflogi var av teimum heilt vøkru í dag, og tónleikararnir smíltust frá oyra til oyra, tá ið teir komu í land.
– Hetta var ein fantastiska flott lending, og hetta leggur upp til eina góða konsert í kvøld, segði Jørgen Thorup, sangari í Shu-bi-dua.
Shu-bi-dua hevur í ár havt stórt 50 ára hald. Teir hava spælt umleið 50 konsertir kring Danmark, og undirtøkan hevur verið sera góð. Seinasta konsertin á ferðini verður í Havn í kvøld.
– Vit hava verið sera væl móttiknir av føroyingum, tá ið vit hava vitjað ígjøgnum árini, og konsertin í kvøld er ein, sum vit veruliga hava glett okkum til. Føroyingar plaga at vera lívligir og tíma væl at syngja við, og soleiðis vænta vit eisini, at tað verður í kvøld. Vit eru í øllum førum til reiðar, segði Michael Hardinger, sum ein av stovnandi limunum av Shu-bi-dua.
Saman við Shu-bi-dua er eisini kendi sjónvarpslæknin Peter Qvortrup Geisling – hann frá Lægens bord – og hann fer at vera frásøgumaður hjá Shu-bi-dua í kvøld. Hann kundi eisini vátta, at tónleikararnir í Shu-bi-dua vóru væl fyri til í kvøld.
– Teir hava sjáldan verið so spentir og væl fyri til eina konsert, segði Peter Qvortrup.
Stóra konsertin við Shu-bi-dua 2.0 verður í Høllini á Hálsi í kvøld kl. 22. Dynamit, Herborg Torkilsdóttir og Eyðun Nolsøe spæla eisini á konsertini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald