2023-12-30 13:05

Vanliga ber til at keypa fýrverk nýggjársaftan, men soleiðis er ikki í ár. Í dag er nevniliga seinasti dagur, tú kanst keypa tær okkurt at koma inn í nýggja árið við.
Orsøkin er, at nýggjársaftan fellur á ein sunnudag, og tí verður einki fýrverk selt í morgin.
Flestu fýrverkssølur hava opið til klokkan 20 í kvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald