Mentan

Síðsti upprunalimur í Lynyrd Skynyrd deyður

Guittarleikarin Gary Rossington gjørdist 71 ára gamal

Gary Rossington, avmyndaður á Lynyrd Skynyrd-konsert í 2019 (Mynd: EPA)

Gary Rossington, avmyndaður á Lynyrd Skynyrd-konsert í 2019 (Mynd: EPA)

2023-03-06 19:52 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Seinasti upprunalimurin í amerikanska southern rock orkestrinum, Lynyrd Skynyrd, er deyður, 71 ár.

Orkestrið skrivaði í gjár á Facebooksíðu síni, at guittaristurin var deyður.

Í 1977 var Rossington ein av teimum, sum sluppu við lívinum, tá flogfarið hjá orkestrinum datt niður. Tríggir av limunum í orkestrinum, forsangarin og guittarleikarin, Ronnie van Zant, guitarleikarin Allen Collins og bakgrundssangarin Cassie Gaines, doyðu.

Rossington var millum tey 20, sum yvirlivdu flogvanlukkuna, men hann fekk stóran skaða, breyt báðar armar, bæði beinini og mjødnina umframt aðrar skaðar.

Seinastu árini hevur Rossington stríðst við misbrúki og heilsutrupulleikum, sum partvíst stava frá skaðunum hann fekk.

Gary Rossington eigur eyðkenda slide-guittaran í hittinum “Free Bird” hjá Lynyrd Skynyrd. Hann var eisini við at skriva størsta hittið hjá teimum “Sweet Home Alabama”. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder