Ongantíð áður hevur tað gingið so skjótt at selt øll atgongumerkini til stóra árliga konserttiltakið Voxbotn, sum verður í Vágsbotni í Havn nú leygarkvøldið.
Forsølan byrjaði 4. november og tað tók bara 49 dagar at selja øll forsøluatgongumerkini.
Tey síðstu 200 duraatgongumerkini vórðu sett til sølu í dag og tey blivu seld eftir heilt fáum minuttum.
Nú tá tað er útselt, kann væntast bíðirøð við inngongdina, har fólk fáa armbond.Tí mæla fyriskiparanir øllum til, sum hava keypt atgongumerki, at fáa armbandið á, áðrenn Voxbotn byrjar leygardagin. Armbond fáast frá mikudegnum 27. juni í Betri í Klaksvík, Saltangará, Tvøroyri, Miðvági og í Betri í miðbýnum í Havn. Armbond fáast eisini í Kunningarstovuni í Steinatúni frá mikudegnum 27. juni og til Voxbotn endar.
Nógv nøvn eru á skránni í ár, millum annað rokkbólkurin Nephew, heimskendi DJ’arin Mike Perry, danski rapparin Gilli, kvinnuligi DJ’arin BJones, Byrta, Shu-Bi-Dua hitt frá Hardinger Band, Swangah, Janus & Jens Marni, Jórunn & Hans, Hamradun og Danny & The Veetos. Eisini verður spæliland og undirhald um dagin við Bubu og TrøllaPætur.
Hetta er sjeynda árið, at Voxbotn verður fyriskipað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald