Innanlands

Siggi hevur verið eina fjórðingsøld á vegadeildini

Sigmundur Johannesen er ein býarmynd, og nú varð hann heiðraður saman við øðrum, skrivar Runavíkar kommuna

Eisini hevur hann akfar til uppgávurnar, sum er uppkallað eftir

Eisini hevur hann akfar til uppgávurnar, sum er uppkallað eftir "akfarsstjóranum" (Mynd: runavik.fo)

2024-10-15 10:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Tey trívast á vegadeildini. Um dagarnar hava Súnfríður Højgaard, maskinførari, og Jóanes Johannesen, parkeringsvørður v.m., verið í starvi á deildini í 35 ár, teir fingu handaðar blómur í dag. Siðvenja er annars at halda dagin, táið starvsfólk hava verið í starvi í 25 og 40 ár.

Tað er Runavíkar kommuna, sum skrivar hetta á heimasíðu sínari. Har verður fegnast um, at man hevur trúgv starvsfólk.

Í hesum førinum verður serliga Sigmundur Johannesen heiðraður. Tað var hann eisini í gamla býráðssalinum herfyri. Býarverkfrøðingurin og borgarstjórin fluttu fram røður fyri Sigmundi, og kommunan handaði honum blómur og ein málning, har motivið er úr uppvakstrarøki hansara.

[object Object]
Torbjórn Jacobsen og Siggi (Mynd: runavik.fo)

1. oktober vóru tað júst 25 ár liðin, at Sigmundur – vanliga róptur Siggi - byrjaði at starvast á Vegadeildini hjá Runavíkar kommunu.

Hann er uppvaksin við Løkin í Runavík og gjørdist ungur ein býarmynd, serliga vegna fótbóltin. Seinni tí Siggi ferðast dagliga aftur og fram eftir vegnum, har hann hevur ábyrgdina av at rudda upp eftir øðrum. Eisini hevur hann akfar, sum er uppkallað eftir "akfarsstjóranum".

Hetta skrivar runavik.fo, sum skrivar niðanfyristandi um sítt starvsfólk:

------------------------------------------------------------------------------------------

Siggi er sonur Henning, sála, og Poulu Johannesen, sum bæði vóru/eru slektað av Toftum. Tey búsettust í Runavík, og bygdu sær húsini dygst vestanfyri Løkina í Runavík og niðanfyri gamla vegin út á Toftir. Siggi vaks upp um hesi svaði saman við systkjunum, og umframt vanligt spæl fylti fótbólturin nógv hjá Ning og synunum.

Siggi valdi at fara út á arbeiðsmarknaðin eftir fólkaskúlan. Tey fyrstu árini á flakavirkinum í bygdini – serliga í frystarínum. Í seinra helmingi av sjeytiárunum og fram í fyrru helvt av nítiárunum arbeiddi Siggi sum heimamaður hjá fleiri útróðrarbátum. Hann var landformaður hjá Dirhamri, Svartbaki og Sjóguttanum, ið so frægir menn sum Jógvan Eli á Fløtunum, Karl í Hvalsisrætt og Páll uppi á Regni áttu. Hann dugdi væl at fáast við teir ungu egnararnar, og onkran túrin var hann eisini til skips um hetta mundið. Á línuveiði við Strandingi og Jógvani Norðri.

Siggi gjørdist ungur ein býarmynd, serliga umvegis fótbóltin. Árini 1975-1986 spældi hann á besta liðnum hjá NSÍ. Lá ofta á ódnini millum ein kantspælara í høgru síðu og ein miðframherja og hann skjeyt eins væl við báðum fótum. Í 1983 kappaðist NSÍ við Royn um uppflyting úr næstbestu deildini. Fyri seinasta umfar hevði NSÍ 21 stig, meðan Royn hevði 20 stig. Í seinasta umfarinum spældi NSÍ ímóti Sumba í Sumba og í hálvleikinum var Royn á odda ímóti SÍ í Seyrvági, meðan tað var málleyst í Suðuroy. Nú vóru góð ráð dýr. Ábraham Hansen (Løkin) og Asbjørn Mikkelsen vóru venjarar, og í hálvleikinum bóðu teir Sigmund um at fara undir at hita upp. Ikki meiri enn innkomin skoraði hann til 1-0, og nakað seinri legði hann upp til sigursmálið 2-0. NSÍ flutti soleiðis upp í bestu deildina at spæla í 1984. Hann royndi seg eisini sum málverja í hondbólti, - eisini í tí leikinum vísti hann sannar dygdir. Seinri royndi hann seg sum fótbóltsvenjara hjá eitt nú 5. deild, og við tí liðnum vann hann FM fleiri ferðir.

Nú, 25 ár eftir at hann byrjaði í starvi hjá Runavíkar kommunu, var hátíðarhald í gamla býráðssalinum. Býarverkfrøðingurin og borgarstjórin fluttu fram røður fyri honum, og kommunan handaði honum blómur og ein málning, har motivið er úr uppvakstrarøki hansara. Øll um hesi svaði bera kenslu við Sigga, hann ferðast dagliga aftur og fram eftir vegnum, har hann hevur ábyrgdina av at rudda upp eftir øðrum. Til endamálið fekk hann eitt tríhjólað akfar til týðandi uppgávuna, sum hann hevur røkt so hendinga væl í ár so mong. Akfarið er uppkallað eftir akfarsstjóranum.

Runavíkar kommuna takkar Sigmundi fyri hesa fjórðingsøldina, og ynskir honum blíðan byr í ókomnari tíð.

.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder