Mentan

Sigla av Eiði til Hósvíkar seinnapartin

Regatta verður í Sundalagnum seinnapartin. Fyrstu bátarnir fara longu av Eiði klokkan 14:30. 112 bátar eru tilmeldaðir

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2023-08-11 10:01 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Árliga regattasiglingin av Eiði til Hósvíkar verður í dag. Árabátar fara av Eiði klokkan 14:30, og motorbátar sigla klokkan 15.

Teinurin av Eiði til Hósvíkar er 9,7 sjómíl, og áðrenn loyst verður, setur Annete Spange Davidsen regatta.

Bjargingarbáturin Vón førir, og bjargingarbátarnir Sverri og Ziska eru eisini við í fylginum. Kappróðrarbátarnir verða fylgdir av Rescue Finn.

Væntandi verða bátar við brúnna um Streymin klokkan 16. Á bryggjuni í Hósvík er nógv ymiskt á skránni. Livandi tónleikur er gjøgnum kvøldi og síðani felagssangur og røða við Una Holm Johannesen. Endað verður við dansi í Bygdarhúsinum.

112 bátar eru tilmeldaðir í ár. Av hesum eru heili 31 árabátar og fimm kajakkir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder