Leygarmorgunin kom svenski stuttleikabáturin Sula til Lerwick í Hetlandi, men havnarmyndugleikarnir har sýttu fyri at loyva manningini í land.
Ørindi teirra í hetlendska høvuðsstaðnum var at bunkra og proviantera, skrivar Shetnews. Hetlendsku havnarmyndugleikarnir veittu teimum brennievni og ta vøru, teimum tørvaði, og sunnumorgunin fór 11 metra langi báturin so víðari við kós móti Føroyum, skrivar miðilin.
Men fólkini umborð á Sula sleppa neyvan í land heldur, tá tey koma til Føroya.
Tað metir Jónsvein Lamhauge, havnafúti á Tórshavnar havn.
- Vit fylgja tilráðingunum, sum koma frá myndugleikunum. Og kemur ein bátur í eina av okkara havnum, og hann ikki er úr Danmark, Noregi, Íslandi, Týsklandi ella Grønlandi, so fær manningin somu boð sum øll onnur líknandi ferðandi, og tað er at fara í 14 daga sóttarhald. Í prinsippinum merkir tað, at tey ikki sleppa í land, sigur Jónsvein Lamhauge, og leggur afturat, at havnarmyndugleikarnir í slíkum førum eisini boða løgregluni frá.
- Sjálvandi vilja vit veita teimum hjálp, so at tey fáa proviant og annað, teimum tørvar, umborð.
Enn hevur havnafútin í Havn tó ikki verið úti fyri at nokta fólkum í stuttleikabáti at koma í land, men sum skilst, eru havnarmyndugleikarnir fyrireikaðir uppá, møguliga at skula gera tað í summar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald