
Í gjárkvøldið varð neyðugt hjá Smyrli at avloysa tveir teir síðstu túrarnar, orsakað av nógvum vindi og trongum umstøðum í Tórshavnar Havn.
Les eisini: Smyril avlýsir tveir túrar
Aftur í dag er ferðaætlanin hjá skipinum skerd.
- Í samband við eftirlitsarbeiði av bjargingarbátum umborð á Smyrli fella fylgjandi túrar burtur týsdagin 16. novembur: Klokkan 13 av Havnini og klokkan 16 av Krambatanga.
Smyril silgdi norður tíðliga í morgun, og fer suður aftur í kvøld klokkan 19.00.
Veðriðr ávirkar, og fer helst at ávirka, sigling og koyring. Eingin sigling er millum Sandoynna og Skúvoy í dag, og Hasfjord hevur avlýst tveir túrar seinnapartin. Á ssl.fo verður eisini boðað frá, at orsakað av nógvum vindi og veðurforsagnum kann roknast við broytingum í ferðsluni týsdag 16. november.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald