Í gjár, fríggjadagin 21. februar, hevði Signheðin Davidsen 35 ára starvsdag á Trygdardeplinum við Áir. Hesum boðar Vinnuháskúlin frá í tíðindaskrivi.
Signheðin byrjaði á Trygdardeplinum í 1985 sum undirvísari, tá Tórfinn Hentze var deildarleiðari. Tórfinn gavst í 2001, tá Signheðin tók yvir sum deildarleiðari á Trygdardeplinum við Áir, sum tá var nevndur Brandskúlin.
Tað munnu ikki verða so fá sjófólk, sum kenna Signheðin og hava verið á skeiði við Áir.
– Signheðin er lítillátin og ger ikki nógv hóvasták burtur úr sær sjálvum, sera dugnaligur í sínum arbeiði og hevur eisini mangar ábyrgdarfullar arbeiðsuppgávur uttanfyri sítt arbeiði, eisini innan eldsløkking. Vit á Vinnuháskúlanum ynskja Signheðini hjartaliga tillukku við 35 ára starvsdegnum og takka fyri eitt sera gott samstarv seinastu 35 árini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald