Innanlands

Signhild V. Johannesen røkir borgarstjórasessin í Klaksvíkar Kommunu í løtuni

Varaborgarstjórin verður í sessinum fyri Jógvan Skorheim, til Løgtingsvalið er av

Mynd: Klaksvíkar Kommuna

Mynd: Klaksvíkar Kommuna

2019-08-26 08:37 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Klaksvíkar Kommuna skrivar á heimasíðu sínari, at Jógvan Skorheim er í burturstaddur fram til mánadagin 1. september. Í hesum tíðarskeiði røkir Signhild V. Johannesen starvið sum borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu.

[object Object]
(Mynd: Sverri Egholm)

Hetta er allarhelst orsakað av, at formaðurin í Sjálvstýrinum er fult upptikin av valstríðnum hesa vikuna. Jógvan Skorheim boðaði fyrr í mánaðinum frá, at um hann verður valdur innaftur í Løgtingið, so fer hann at leggja frá sær sum borgarstjóri í Klaksvíkar Kommunu á nýggjárinum. 

Les eisini: Skorheim fer ber at røkja annað starvið 

Tí kann tað hugsast, at Signhild V. Johannesen fer at hava sætið fast í 2020. Umframt at vera varaborgarstjóri er Signhild V. Johannesen eisini forkvinna í Mentanarnevndini og limur í Fíggjarnevndini, Umhvørvis- og býarskipanarnevndini og báðum Trivnaðarnevndununum í býráðnum í Klaksvík.

 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder