
Hon eitur Sigrid og er 26 ár. Hann eitur Nicklas og er 23 ár. Tey eru bæði donsk og úr Keypmannahavn. Tey taka landmátaraútbúgvingina á deildini hjá Aalborg Universiteti í Keypmannahavn, har tey hava staðið fyrsta árið.
Tey hava verið í Føroyum í knapt tveir mánaðir, og hesa tíðina hava tey arbeitt á Umhvørvisstovuni. Í síðstu viku fóru tey heim aftur við Norrønu – tey høvdu ein fínan túr til Føroya, ikki minst tí at Danmark spældi seg í semifinaluna í fótbólti, meðan tey sigldu.
Tá ið eg spyrji, hvat hevur verið tann mest serstaka upplivingin í Føroyum, so ivast tey ikki: Ólavsøkan! Nicklas sigur, at nógv verður tosað um munin millum Føroyar og t.d. Danmark, men í tí gerandisliga hugsar tú ikki um tað.
– Fólk tosa væl danskt, og ein føroyskur handil og vøruúrvalið har líkist tí, tú kennir frá Danmark, og teldusamskiftið, bilaflotin, skrivstovurnar o.s.fr. er alt tað sama. Men ólavsøkan, tað er nakað heilt annað, sigur hann.
– Tá føldu vit rættiliga, at vit vóru í Føroyum, tí ólavsøkan er so serstøk og eitt fyribrigdi, sum tú ikki kanst uppliva í Danmark. Eg var so býttur at spyrja ein føroying, hvat vit skuldu gera á ólavsøku, og hann svaraði ‘ingenting’, vit skuldu bara ganga í býnum, uppliva býin, greiðir Nicklas frá, sum ikki heilt skilti svarið, fyrrenn hann kom í býin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald