Innanlands

Sigrið Zachariasen nýggjur dagligur leiðari hjá Reyða Krossi

Hon avloysir Bárður Atlason Ísheim, og tekur hon við starvinum 1. juni

2022-04-27 16:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mikudagin 1. juni tekur Sigrið Zachariasen við sum dagligur leiðari hjá Reyða Krossi Føroya.

Sigrið hevur seinastu árini starvast sum samskipari hjá Reyða Krossi, og er hevur útbúgving innan sosiologi frá University of Aberdeen. Sigrið hevur sostatt hollar royndir og góðan kunnleika til sjálvboðið arbeiði og starvsøkið hjá Reyða Krossi, skrivar felagsskapurin í tíðindaskrivi.

Sigrið avloysir Bárður Atlason Ísheim, sum er farið í annað starv sum aðalskrivari hjá MEGD.

Les eisini: Bárður Atlason Ísheim nýggjur aðalskrivari hjá MEGD

– Samstundis sum nevndin í Reyða Krossi fegnast um at hava sett nýggjan dagligan leiðara, vil hon eisini takka Bárði Atlason Ísheim fyri trúgvu tænastuna hjá Reyða Krossi, fyrst sum sjálvboðin og sum samskipari, og síðani sum dagligur leiðari síðani ársbyrjan 2018. Nevndin ynskir Bárði blíðan byr í nýggja starvinum sum aðalskrivari hjá MEGD.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder