Innanlands

Sigrun fingið nýggj lungu: Gongur framá

Í síðstu viku fekk Sigrun Jóhansdóttir Bisp endiliga nýggj lungu fyri aðru ferð

(Privatmynd)

(Privatmynd)

2020-02-18 22:45 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Hósdagin komu boðini, sum 29 ára gamla Sigrun Jóhansdóttir Bisp hevur bíðað eftir í fleiri mánaðir. Lungu vóru klár til hennara, og hon skuldi undir skurð um nakrar tímar.

Í dag, týsdag, fýra dagar eftir skurðviðgerina, gongur framá, skrivar hon á Facebook-síðuni “Mítt lív við Cystiskari Fibrosu”.

- Nú eru 4 dagar síðani eg bleiv transplanterað og her gongur framá. Eg byrjaði at anda sjálv leygardagin og kom úr respirator sunnudagin, skrivar Sigrun.

- Tølini eru blivin betri síðani - eg havi fingið fjernað eitt dren úr hvørjum lunga (hevði tvey hvørjumegin) og eri komin úr dialysu.

- Tað hevur gingið skjótari at koma á føtur aftan á hesa transplantatiónina, men útgangsstøðið var eisini betri hesaferð. Seinast hevði eg ligið ein mánað í hjarta-/lungamaskinu, og hesaferð var eg á patienthotellinum, tá lunguni komu, skrivar hon.

Fyrstu ferð Sigrun Jóhansdóttir Bisp fekk nýggj lungu var í 2017, men longu í 2018 byrjaði at ganga verri, og seinastu tíðina hevur hon bíðað eftir nýggjum lungum.

- Enn er ov tíðliga at siga, hvussu kroppurin tekur ímóti nýggju lungunum, men eg vóni og biði sjálvandi, at tey fara at rigga væl, skrivar Sigrun Jóhansdóttir Bisp.

Sigrun er so smátt farin í holt við at venja, og tað sæst á videoupptøkuni niðanfyri. Hon gekk í 8 minuttur í dag.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder