Mentan

Sigrun Gunnarsdóttur og Astri Luihn í Smiðjuni á ólavsøku

Framsýningin letur upp ólavsøkuaftan. Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, setur framsýningina, og Petra Iversen syngur

2023-07-24 11:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Á ólavsøku verður framsýning við Sigrun Gunnarsdóttur og Astri Luihn í Smiðjuni í Lítluvík.

Framsýningin letur upp ólavsøkuaftan klokkan 16. Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, setur framsýningina, og Petra Iversen syngur.

Framsýningin er opin 28. juli frá klokkan 16 til 19, og 29. og 30. juli frá klokkan 14 til 19. Sigrun og Astri verða sjálvar til staðar allar dagarnar.

[object Object]

 Tær báðar eru millum Føroya fremstu listafólk og hava havt framsýningar saman í mong ár, m.a. í USA, Japan, Norðurlondum, Eysturríki og Týsklandi.

Sigrun Gunnarsdóttir hevur útbúgving frá Kunstakademinum í Keypmannahavn. Hon er fødd og uppvaksin á Eiði.

Astri Luihn hevur útbúgving sum tónleikari og tónleikafrøðingur frá Konservatoriinum og Universitetinum í Oslo, har hon er fødd og uppvaksin. Hon hevur búð í Føroyum í meira enn 50 ár. 

Astri og Sigrun hava havt stórar prýðisuppgávur, bæði almennar og privatar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder