Uttanlands

Sigur seg hava hitt Aung San Suu Kyi

Tailendski uttanríkismálaráðharrin sigur seg hava hitt frákoyrda leiðaran í Myanmar, sum hevur sitið fongslað seinastu tvey árini og hevur fingið noktað vitjanir

Don Pramudwinai (Mynd: Reuters)

Don Pramudwinai (Mynd: Reuters)

2023-07-13 15:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Don Pramudwinai, uttanríkismálaráðharri í Tailandi sigur seg hava hitt frákoyrda leiðaran í Myanmar, Aung San Suu Kyi.

Hetta er fyrstu ferð, síðan 78 ára gamla Suu Kyi varð handtikin í sambandi við hernaðarkvettið fyri tveimum árum síðani, at hon hevur havt vitjan av einum útlendskum sendifólki.

Í løtuni sigur hon ein longri fongsulsdóm í Naypyitaw, og hevur hon fingið noktað vitjanir, eisini frá sakførarum sínum. Hon er m.a. dømd fyri at ávirka valnevndina í Myanmar og fyri at bróta koronuavmarkingar. Hon hevur sitið inni síðan hernaðarkvettið fyrst í 2021.

[object Object]
Aung San Suu Kyi (Mynd: EPA)

Talsfólk hjá tailendska uttanríkismálaráðnum sigur, at Don og Suu Kyi høvdu ein privatan fund sunnudagin, sum vardi yvir ein tíma.

Sambært tailendska uttanríkismálaráðharranum er heilsan hjá Suu Kyi góð, og at hon tekur undir við at hava eina dialog um at loysa kreppuna í Myanmar, sum hevur verið merkt av politiskum ófriði, skrivar Reuters.

Grundgevingin hjá herinum fyri at fremja kvettið í Myanmar hevur verið, at valsvik varð framt í sambandi við seinasta val í 2020. Tá gjørdist tað ein stórur sigur hjá flokkinum hjá Suu Kyi, National League for Democracy, meðan hernaðarflokkurin, USDP, bert fekk nøkur fá prosent av atkvøðunum.

Sambært altjóða eygleiðarum gekk valið fyri seg á rættvísan hátt, men herurin vil vera við, at har vóru nógv dømi um valsvik, og ógildaði hann tí valúrslitið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder