Innanlands

Sigur seg verða slignan á ólavsøku

Løgreglan kannar nú hetta, ið varð meldað í gjár, sum møguligt harðskapsmál. Fleiri avhoyringar eisini gjørdar í sambandi við hendingarnar á Tórsfest

Eyðkennislýsing er gjørt, og løgreglan kannar málið. Eitt av málunum frá leygarnáttini, har tveir ymiskir persónar brutu kjálkabein, er farið víðari (Mynd: Sverri Egholm)

Eyðkennislýsing er gjørt, og løgreglan kannar málið. Eitt av málunum frá leygarnáttini, har tveir ymiskir persónar brutu kjálkabein, er farið víðari (Mynd: Sverri Egholm)

2024-07-31 08:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ólavsøkan er farin afturum, og løgreglan hevur havt ymiskt "upptak" av henni. Soleiðis sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í morgun.

Eitt av málunum, sum hugt nú verður eftir, varð meldað í gjár, týsdagin 30. juli.

Ein persónur kom inn á løgreglustøðina. Viðkomandi sigur seg verða slignan í andlitið í einari hending ólavsøkudag.

Tann, ið meldar, er ikki greiður yvir, hvør hin er. Hendingin uppstóð ikki eftir nakra "longri upptakt" ella kegl.

Vaktleiðarin sigur tó, at eitt slag av eyðkennislýsing er gjørt, og at løgreglan nú kannar málið nærri.

Fleiri avhoyringar

Vit spurdu eisini vaktleiðarin, um nakað nýtt er í harðskapsmálunum frá beint áðrenn ólavsøku. 

Tað var í sambandi við Tórsfest leygarnáttina, at tveir persónar brutu kjálkabeini eftir ógvusligan harðskap - í tveimum ymiskum hendingum. 

Tí einu hendingina skrivaði Portalurin nærri um í gjár. Har er illgerðarmaðurin eyðmerktur, men fekk viðkomandi "frið á ólavsøku", meðan órættaði var undir umfatandi viðgerð í Danmark.

Sí eisini: - Óvist um sonurin verður til at kenna aftur

Gongd er nú í hesum málinum - og í hinum. Vaktleiðarin sigur í morgun, at kanningar halda fram. Tað eina málið er hjá sakarmálsviðgerða, og tí ber ikki til at siga nakað nærri um tað.

Tað er ikki alment greitt, hvat av málunum er farið víðari, men vaktleiðarin staðfestir, at í gjár vóru fleiri avhoyringar gjørdar í sambandi við harðskapsmál. Millum annað av vitnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder