
Fyri tveimum vikum setti Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum, nýggjan stjóra til Umhvørvisstovuna. Talan er um 57-ára gamla
Sigurð í Jákupsstovu, sum er sivilverkfrøðingur, hevur eina phd frá DTU, og sum seinast hevur verið stjóri á Fróðskaparsetur Føroya, har hann var í átta ár.
Les eisini: Sigurð í Jákupsstovu verður nýggjur stjóri á Umhvørvisstovuni
Í gjár var Helgi Abrahamsen á vitjan á Umhvøvisstovuni, har starvsfólkini vóru boðin til morgunmatar, so tey í felag kundu hitta nýggja stjóran. Umhvørvisstovan skrivar á heimasíðu sínari, at summi teirra hava havt hann sum Sigurð í Jákupsstovu sum stjóra fyrr. Hann hevur verið stjóri á Jarðfeingi, sum tá hýsti Orku-deildini, sum í dag er partur av Umhvørvisstovuni.
Landsstýrismaðurin nýtti samstundis høvið at takka Ara Johannesyni fyri dygdargott arbeiði sum virkandi stjóri hesa tíðina síðani síðst í juni í fjør, tá Petur Nielsen fór frá.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald