Innanlands

Sigurð í Jákupsstovu verður nýggjur stjóri á Umhvørvisstovuni

57 ára gamli Sigurð í Jákupsstovu hevur drúgvar leiðsluroyndir m.a. sum stjóri á Jarðfeingi og sum rektari á Fróðskaparsetri Føroya

2020-01-22 11:11 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Helgi Abrahamsen, landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum, hevur gjørt av at seta Sigurð í Jákupsstovu í starvið sum stjóri á Umhvørvisstovuni.

Sigurð í Jákupsstovu er 57 ára gamal. Hann er útbúgvin skipsførari, sivilverkfrøðingur og hevur eina Ph.d. frá DTU. Eisini hevur Sigurð í Jákupsstovu starvsroyndir frá størvum bæði í Føroyum og útlondum, umframt drúgvar leiðsluroyndir, m.a. sum stjóri á Jarðfeingi og sum rektari á Fróðskaparsetri Føroya.

– Stórar avbjóðingar standa fyri framman innan fleiri av teimum málsøkjunum, sum Umhvørvisstovan tekur sær av. Eg kann eitt nú nevna veðurlagspolitikk og grøna orkuskiftið, og tí síggi eg fram til at samstarva við komandi stjóran, ið m.a. hevur holla vitan um orkumál, sigur Helgi Abrahamsen sambært heimasíðuni hjá umhvørvis- og vinnumálaráðnum.

Sigurð í Jákupsstovu byrjar í starvinum 1. februar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder