Innanlands

Sílagransking í Sandá

Vitanin um sjósíl í føroyskum vøtnum og sjógvi er sera avmarkað. Sílafellurnar undir brúnni yvir Sandá eru liður í verkætlan um kanning av føroyskum sjósílum.

Sílafellan skulu í hesum umfarinum standandi til juli 2020 (Mynd: Fiskaaling)

Sílafellan skulu í hesum umfarinum standandi til juli 2020 (Mynd: Fiskaaling)

2020-04-30 20:55 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

P/F Fiskaaling hevur sílafellu undir niðaru brúnni yvir Sandá. Hetta er liður í verkætlan um kanning av føroyskum sjósílum.

Vitanin um sjósíl í føroyskum vøtnum og sjógvi er sera avmarkað. Fiskaaling fór tí í 2019 undir eina verkætlan, har endamálið er at fáa grundleggjandi vitan um sjósíl til vega. Henda verkætlanin heldur nú fram í 2020.

Sílafellan, sum er sett upp í Sandá, savnar síl, ið eru á veg á sjógv. Hvønn morgun verður fellan kannað, og granskarar gera mátingar av sílunum og taka roðslu at kanna nærri.

Úrslitini koma síðani at siga nakað um, nær smoltið fer á sjógv, og um longd, vekt, konditión og aldur. Verkætlanin fer við hesum at kunna meta um ferðingarmynstur og trivnað.

Sum liður í verkætlanini, verða sjósíl á sjónum eisini kannaði. Umframt at Fiskaaling savnar inn eitt loyvt tal av sjósílum við gørnum, kann ein og hvør, ið fær síl, savna inn roðslu til Fiskaaling og vera við í lutakastinum um 10.000 skattafríar krónur. Meira um hetta kann lesast á heimasíðuni hjá Fiskaaling.

Sílafellan verður í hesum umfarinum standandi til juli 2020. Tað er Havbúnaðarfelagið, ið fíggjar verkætlanina.

Fiskaaling

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder