2020-01-27 08:34
Fyri veður, siglir Sildberin, sum siglir millum Sandoynna og Skúvoynna, ikki fyribils.
Hesum boðar Strandfaraskip Landsins frá í morgun.
Eisini verður boðað frá broytingum á leið 56 millum Klaksvík og Syðradal.
– Vegna farmatúr hjá Sam, siglir Jósup túrarnir úr Klaksvík frá 15.30 og restina av degnum sambært ferðaætlan, skrivar Strandfaraskip Landsins á heimasíðuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald