Mentan

Silvitni konsert við tveimum nýskrivaðum sangum

Kvinnukórið hevur Summartónar-konsert í Finsen í kvøld

2023-06-20 08:07 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í kvøld, týskvøldið 20. juni, verður konsert við kvinnukórinum Silvitni í Auluni í Finsen í Havn. Kórið fer at framføra tónleik frá fimm heimspørtum og úr ymsum sjangrum.

Tvær frumframførslur verða: Tveir sangir, nýskrivaðir til Silvitni av Anne Mette Greve Klemensen, “Altíð syngur havið”, og av Sámali Matras Kristiansen, “Renn sól upp úr havi”. 

Silvitni varð stovnað í Gøtu í september 2020. Tær tá átta kvinnurnar settu sær fyri at syngja góðan og avbjóðandi kórtónleik saman, frá øllum møguligum tíðarskeiðum og mentanum. Leiðarin er Cinthia Gonzáléz Parada úr Kili.

Kórið fevnir nú um tíggju limir úr flestu økjum og oyggjum í Føroyum: frá Kalsoynni, Eystur- og Streymoynni til Vágarnar. Kvinnurnar hava allar drúgvar royndir í kórum bæði í Føroyum og úti í heimi, og umboða tríggjar ymiskar tjóðskapir – Føroyar, Týskland og Kili. 

Silvitni hevur havt nógvar framførslur seinastu tvey árini runt um allar Føroyar, bæði almennar og privatar. Í desember í fjør var Silvitni á sínari fyrstu kórferð; leiðin gekk tá til Íslands. Kórið var eisini við á G! Festivalinum í fjør, og verða tær aftur at hoyra í Fjósinum á G! í ár.

Konsertin í Finsen í kvøld kl. 20 er partur av Summartónum. Skráin fevnir m.a. um teir sangirnar, sum Silvitni sang á kórfestivalunum 2022 og 2023, har kórið vann ávikavist 1. og 2. virðisløn. Hesir sangir eru úr Japan, Meksiko, Suðurafrika og Indonesia.

Cinthia Gonzáléz Parada er er útbúgvin sangari og kórleiðari. Hon syngur sjálv við í kórinum. Hon hevur prógv frá lærda háskúlanum Universidad de Talca, Chile, og hevur seinastu seks árini verið búsitandi á Strondum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder