Simmer Dim, a la carte matstovan umborð á Norrønu er í uppskoti at gerast ársins matstova í Danmark í bólkinum fyri smyrjibreyð og ”frokost” - miðmála.
Maðurin handan Den danske Spiseguide, Bent Christensen, hevur í dag kunngjørt tær matstovurnar, sum eru í uppskoti til at vinna júst henda bólkin. Og Simmer Dim kappast ímóti matstovunum Aamanns, Kanalen og Palægade í Keypmannahavn, B-Spis í Næstved og Mondän í Frederiksberg.
Ársins bestu innan teir ymsu bólkarnar, sum Den danske Spiseguide kjósar, verða avdúkað á einum døgurðatiltaki á Dyvig Badehotel 25. oktober.
Simmer Dim er ein matstova, sum borðreiðir fyri ferðafólkunum umborð á Norrønu á døgurða og um kvøldið.
Myndirnar eru av vanganum hjá Simmer Dim á Instagram
Tekstur broyttur kl. 16.40
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald