
24. mars hevði Sinnisbati ársaðalfund á Hotel Hafnia í Havn.
Á fundinum takkaði Róa Midjord, sum seinastu fýra árini hevur verið forkvinna í felagnum, fyri seg og tað sama gjørdi Marjun J. Hentze, sum í sama tíðarskeiði hevur verið næstforkvinna í felagnum.
Í formannsfrágreiðingin hjá Róu Midjord segði hon m.a.:
– Eg kann onkuntíð hugsa, at tað ikki verður lurtað nóg væl eftir øllum teimum, sum hava avbjóðingar og kortini traðka fram og greiða frá teirra støðu. At tað ikki verður lurtað nóg væl eftur øllum teimum avvarðandi, sum liva tætt at teirra kæru, síggja teirra líðing og sjálvi gerast illa fyri av ringu korunum, ofta eftir í áratíggju at hava verið talirør og stuðul hjá teirra avvarðandi. At sjálvbodnir felagsskapir sum Sinnisbati vísa á tørvir ár eftir ár. Í nevndunum sita fólk, sum hava sjúkur, eru avvarðandi, fakfólk og onnur sum eru áhugaði á økjunum. Vit eru mangan glað, men eisini viðhvørt vónsvikin, tí tað vit hava nátt, kanska verður broytt aftur, niðurraðfest og umskipað. Vit brúka okkara frítíð og onkuntíð tekur tað ov nógv av okkara tíð í longdini, og tá er gott at onnur koma upp í og nýggjar kreftir kunnu nýtast í felagnum.
Á aðalfundurin vórðu fleiri nýggj fólk vald inn í nevndini. Súsanna Olsen og Tummas Thomassen, sum hava sitið í nevndini seinastu nógvu árini valdu at stilla upp aftur, og eisini bleiv Oda Johansdóttir, sum seinasti árið hevur verið tiltakslimur, nevndarlimur.
Súsanna Herdalur Tausen stillaði upp, og er nýggj í nevndini í Sinnisbata.
Nevndarlimir standa fyri vali annað hvørt ár. Tiltakslimir gjørdust Elin Hansen og Vivian Sjóðklett. Tiltakslimir standa fyri vali á hvørjum ári. Í nevndini eru eisini Margretha Poulsen og Erla Matras Jensen.
Á fyrsti nevndarfundi 6. apríl, skipaði nevndin seg, og forfólk gjørdist Súsanna Olsen. Súsanna hevur verið forfólk áður, frá februar 2013 til mars 2017, og tekur nú eitt tíðarskeið afturat sum forfólk, skrivar Sinnisbati.
Næstforfólkaposturin bleiv deildur í tvey millum Erlu Matras Jensen og Odu Jóhansdóttir.
Kassameistari gjørdist Tummas Thomassen, og skrivari Súsanna Herdalur Tausen.
Frá vinstu: Margretha Poulsen, Vivian Sjóðklett, Tummas Thomassen, Erla Matras Jensen, Oda Jóhansdóttir, Súsanna Herdalur Tausen og Súsanna Olsen. Elin Hansen væntar á myndini.
Nýggja nevndin ynskir at arbeiða víðari við ætlananum hjá undanfarnu nevnd, men samstundis stuðla uppundir enn meira samstarv á psykiatriska økið. Millum málini nevndini ynskir at arbeiða fyri eru:
- Kunning um sinnisligar sjúkur og avbjóðingar við endamálinum at framhaldandi at vera viðleikari í at avstigmatisera og lætta um hjá teimum, sum hava sinnisligar avbjóðingar.
- At arbeiða við avvarðandi, tá ið nýggj gransking vísir, at avvarðandi eru ein sentralur lykil í gongdini at koma fyri seg aftur.
- At vera ein virkin og konstruktivur viðspælari í politisku skipanini og almenna kjakinum á psykiatriska økinum.
- At arbeiða fyri, at hjálp og viðgerð skal vera lætt atkomilig hjá fólki við sinnisligum avbjóðingum og sjúkum.
- At stuðla undir fyribyrgjandi og tvørfakligt arbeiði, tá ið tað snýr seg um viðurskiftir á psykiatriska økinum, m. a. við ungum.
- At vísa á bústaðartørvin hjá fólki við sinnisligum avbjóðingum.
- At vera á ferð og koma út um allar Føroyar, og at kveikja vón og áræði hjá teimum har “brekkan kann tykjast tung” í ymiskum tíðarskeiðum í lívinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald