Innanlands

Sinnisbati: Hetta er ein syndarlig støða

Bíðilistin til barna- og ungdómspsykiatriina er ov lang, og heitir Sinnisbati á myndugleikar um at játta neyðugu fíggingina til at útgreina fleiri børn og ung

Nevndin í Sinnisbata (Mynd: Sinnisbati)

Nevndin í Sinnisbata (Mynd: Sinnisbati)

2021-05-15 12:22 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Bíðitíðin til barna- og umgdómspsykiatriina er uml. 14-15 mánaðir, og í løtuni eru 166 børn og ung á bíðilista. Tað segði Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum í farnu viku í svari til fyrispurning hjá Sirið Stenberg.

Hetta er ein syndarlig støða, heldur Sinnisbati, felagið hjá teimum, ið hava sálarsjúku og avvarðandi teirra.

Høvuðsorsøkin til langa bíðilistan er, at fleiri børn og ung verða ávíst til útgreiningar og viðgerð.

Les eisini: 166 børn og ung á bíðilista í løtuni

Sinnisbati heitir í skrivi, sum er sent miðlunum, á politiska myndugleikan um at játta neyðugu fíggingina til at útgreina fleiri børn og ung.

Skrivið hjá Sinnisbata er soljóðandi:

166 børn- og ung á bíðilista til Barna- og ungdómspsykiatri í Føroyum.

Hetta er ein syndarligur standur vit eru í, at so nógv eru á bíðilista, og handan hesi børn og ung eru sperdar familjur og onnur avvarðandi. Skúlin t.d. har lærarin er ørkymlaður um næmingin, ítróttarfelagsskapurin har tann, sum er ússaligur kanska ikki kann luttaka longur, vinfólk hjá barninum og tí unga, sum ikki skilja, hvat er á vási o.s.fr.

Hvar hoppar ketan av? Jú, vit mangla fígging, so at fakfólk her heima, og tey, sum vit keypa inn uttanífrá, sleppa til arbeiðis at útgreina hesi, okkara dýrabarasta tilfeingi, børn og ung, sum standa á langa bíðilistanum. Sinnisbati vil staðiliga heita á avvarðandi politiska mynduleika og málaráð at játta hesa fígging, ongantíð ov skjótt, tí vit vita, at skjót hjálp er besta hjálp, tá ið vit tosa um psykiatriskar problematikkir.

Lat okkum, sum landið, ið er ein úrmælingur í at basa og halda koronu frá hurðini, somuleiðis verða heimsmeistari í at hava eina barna- og ungdómspsykiatri, har eingin hongur á einum bíðilista eina løtu ov leingi.

Vit byggja tunnlar og menna okkara undirstøðukervi, hetta er gleðiligt og gott fyri Føroyar. Hetta kostar milliónir, og í nøkrum føri milliardir, og okkara politiska skipan himprast ikki serliga nógv við at fara undir hesar risa verkætlanir. Sinnisbati vil heita á tykkum, sum taka politiskar avgerðir, og kunnu játta tann pening, sum skal til á psykiatriska økinum, ið útgreinar og viðgerð okkara ungu, um at sýna somu vælvild, sum víst verður á undirstøðukervsøkinum. Felags fyri báðar íløgur er, at tær í longdini spara seg sjálvar inn aftur fleirfaldað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder