Sinnisbati hevur síðan september 2019 veitt kjatt ráðgeving umvegis heimasíðuna www.sinnisbati.fo.
Í fjør hevði Sinnisbati gjøgnum fýra mánaðir 35 kjatt samrøður, har tær flestu vóru í oktober, har felagskapurin eisini hevur mest virksemi, m.a. orsakað av Altjóða Sálarheilsudegnum. Men longu nú síggja tey í Sinnisbata, at kjatt virksemið hjá teimum er økt munandi.
– Vit hava havt 45 kjatt samrøður, har 60% av samrøðunum hava verið í mars mánaða. Alt bendir á, at støðan samfelagið í løtuni er í, er orsøkin til, at fleiri venda sær til felagið, skrivar Sinnisbati í tíðindaskrivi.
– Flestu samrøðurnar snúgva seg um einsemi, ótta og stúrarnir av ymiskum slagi, meðan summar snúgva seg um mistan hug til lívið og sjálvmorðstankar. Tað sum serliga ávirkar fólk, er kreppan kring Korona og hvussu tey skulu og kunnu handfara støðuna. Tað sum er felags fyri tær flestu samrøðurnar er, at tey sum skriva hava tørv á onkrum sum lurtar, uggar tey og sum kann práta og ráðgeva teimum um teirra støðu. Fleiri dáma væl at hava møguleika at samskifta skrivliga og samstundis sleppa at vera dulnevnd.
Sinnisbati hevur tí valt at víðka upplatingartíðirnar fyri kjattinum á heimasíðuni soleiðis, at tað eisini er virkið gerandiskvøld millum klokkan 20 og 22 og um vikuskiftið millum 20 og 23. Umframt hesar tíðir ber til at venda sær til felagið umvegis kjatt ella telefon gerandisdagar millum klokkan 10 og 12.
Tað er eitt sjálvboðið toymi, sum hevur kjattið um hendi og ráðgevarnir, sum eru úr ymiskum yrkisgreinum, hava drúgvar royndir í at ráðgeva fólki í ymiskum viðuskiftum og lívsumstøðum.
Til ber at venda sær til Sinnisbata við øllum sløgum av fyrispurningum, stúranum, tonkum og kenslum. Eru spurningar, sum ráðgevin ikki sjálvur kann svara uppá, verður viðkomandi vístur til onnur tilboð, sum kunnu veita røttu vegleiðingina og hjálpina. Arbeitt verður út frá galdandi reglum um tagnarskyldu og øll sum venda sær til felagið eru dulnevnd, sigur felagið, sum undirstrikar, at fólk í øllum aldrum kunnu venda sær til teirra.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald