Mentan

Siri Súsannudóttir Hansen og Marianna Nagata nýggjar í nevndini hjá Tónleikasambandi Føroya

Fyrsti ársaðalfundur hjá Tónleikasambandinum var fyri viku síðani. Har vórðu niðurstøður gjørdar fyri farna árið, og nevndin varð skipað av nýggjum

Avgjørt varð á aðalfundinum at økja talið av nevndarlimum úr fýra upp í fimm

Avgjørt varð á aðalfundinum at økja talið av nevndarlimum úr fýra upp í fimm

2023-03-30 19:11 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

1. mars var júst eitt ár liðið síðani Tónleikasamband Føroya sá dagsins ljós. Hósdagin 23. mars hevði sambandið sín fyrsta ársaðalfund, har nýggj nevnd varð vald. Dánjal á Neystabø, Gabriel Apetrei og Niclas Johannesen halda fram í nevndini, meðan Mikael Blak, ið var valdur í nevndina í fjør, valdi ikki at stilla upp aftur hesaferð. Hetta tí hann verður burturstaddur uttanlands í tónleikaørindum stóran part av komandi ári.

Somuleiðis varð avgjørt á aðalfundinum at økja talið av nevndarlimum úr fýra upp í fimm. Aðalfundurin valdi Siri Súsannudóttir Hansen og Mariannu Nagata, sum nýggjar limir í nevndina.

Nevndin skipaði seg eftir fundin soleiðis: Dánjal á Neystabø, nevndarformaður, Siri Súsannudóttir Hansen, skrivari, Gabriel Apetrei, kassameistari, Marianna Nagata, nevndarlimur og Niclas Johannesen, nevndarlimur.

Ársfrágreiðing løgd fram

Á aðalfundinum legði formaðurin, Dánjal á Neystabø, fram ársgreiðingina fyri 2022. Fyrsta árið gjørdist sera hendingaríkt fyri Tónleikasamband Føroya. 

Formaðurin vísti á, at longu frá fyrsta degi varð arbeitt við at fáa ígjøgnum hjálparpakka til tónleikarar og listafólk fyri mista inntøku í sambandi við Covid. Hetta eydnaðist og varð gjørt í tøttum samstarvi við LISA og politiska myndugleikan, sum hevði við sær, at eitt samt løgting samtykti hjálparpakkan.

Økistónar

Farna árið hevur Tónleikasamband Føroya arbeitt stútt og støðugt við at fáa sett á stovn eina skipan, sum tryggjar spælistøð kring landið og regluligar, fjøltáttaðar, konsertir allastaðni í Føroyum. 

Arbeiðsheitið er Økistónar. Í hesum sambandi hevur hópur av fundum verið; eitt nú við Mentamálaráðið, Kommunufelagið og kommunur, mentanarleiðarar og fólk úr norðanlondum, sum hava royndir innan líknandi skipanir. Tankin er, at við slíkari skipan kunnu tónleikarar, ensemblir, bólkar og kór ferðast innanlands við sínum tónleiki, og gerst tað soleiðis lættari at arbeiða sum skapandi tónleikari og konsertfyriskipari her á landi. 

Skipanin skal tryggja eitt breitt úrval av tónleiki innan allar sjangrur, umframt minstuløn til tónleikarar og liviligar umstøður til konsertfyrireikarar í Føroyum. Arbeitt verður víðari við hesum í 2023, og vónar nevndin at rokkið verður á mál innan næsta aðalfund komandi ár.

Hesi eru nøkur av aðalmálum Tónleikasambandsins í komandi ári:

Kringvarpið – aðalorðaskifti á skrá

Eitt annað týðandi mál fyri Tónleikasamband Føroya er tónleikapolitikkurin í KvF. Kringvarpið er í holt við at endurskoða tónleikapolitikkin fyri stovnin, og í tí sambandi hevur Tónleikasamband Føroya fingið hoyringsskriv, sum síðani er sent út til limafeløgini. Av tí, at so nógv áhugamál og áhugabólkar eru, metir Tónleikasambandið, at neyðugt er við einum aðalorðaskifti, har leiðslan í Kringvarpinum fær høvi at greiða nærri frá teirra ætlanum og raðfestingum, og har limafeløgini kunnu seta spurningar og koma við hugskotum. Lyklafólk fyri politisku skipanina verða sjálvsagt eisini boðin við til aðalorðaskiftið, sum Tónleikasamband Føroya fer at skipa fyri ein av komandi døgunum.

Koda – betri samsýning til føroysk tónaskøld

Tónleikasamband Føroya fer í komandi ári eisini at arbeiða fyri, at tað gjald, sum føroysk tónaskøld og teksthøvundar fáa fyri tónleik, ið verður spældur í KvF verður hækkað og gerst meiri enn ein viðfáningur í einum vælferðarsamfelagi við egnum máli, egnum lógarverki og einum tjóðarkringvarpi, ið fær upp ímóti 80 milliónir krónur í lógarkravdum lurtaragjaldi. Hetta arbeiðið fer at vera gjørt í tøttum samstarvi við limafeløgini í Tónleikasambandi Føroya, serliga Felagið Føroysk Tónaskøld.

FMA og Spæl Føroyskt

Í januar mánað í ár var avgjørt, at Tónleikasamband Føroya frameftir fer at standa fyri at fyriskipa FMA og Spæl Føroyskt vikuna, sum var vikuna undan sjálvum FMA tiltakinum. Kringvarpið og Norðurlandahúsið vera framvegis lykla aktørarnir, tá tað snýr seg um serliga FMA. Báðir stovnarnir hava havt høvuðsábyrgd av tiltakinum heilt frá byrjan. Tónleikasambandið hevði í ár á fyrsta sinniðyvirskipaðu ábyrgdina av FMA. Skotbráið var sera stutt, men leggur Tónleikasambandið dent á, at til næsta ár at fáa limafeløgini við soleiðis, at øll kunnu kenna seg sum part av hesum árliga tiltaki, har føroyskur tónleikur verður heiðraður. Eftirmetingar vera nú gjørdar og so verður stungið út í kortið av nýggjum.

Í sambandi við FMA avgjørdi Tónleikasamband Føroya samstundis at útbyggja átakið Spæl Føroyskt. Kringvarpið hevur í fleiri ár havt hesa vikuna, har tey spæla føroyskan tónleik burtur av, og ymisk feløg hava eisini skipað fyri konsertum og showcasum í høvuðsstaðnum. Nýggi tankin er, at øll vikan gerst ein vika, har vit fagna tónleikinum í breiðastu merking kring alt landið, og at FMA er endabrakið. Ynski er at fáa skipa fyri so nógvum konsertum sum gjørligt hesa vikuna, umframt at virka fyri at fáa tónleik á breddan hesa vikuna. Ætlanin er at fáa upp aftur fleiri konsertir á skrá í 2024.


Tónleikasamband Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder