Innanlands

Sirið spyr um barnadeildina

– Støðan við Koronu er serstøk og krevur nógv. Ongin ivi um tað. Men er tað rætt at ofra Barnadeildina, og er onki alternativ til ætlanina er viðkomandi at spyrja, sigur Sirið Stenberg, sum hevur sett landsstýrismanninum í Heilsumálum skrivligan fyrispurning

Mynd: Ólavur Frederiksen/FaroePhoto

Mynd: Ólavur Frederiksen/FaroePhoto

2020-05-10 16:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

– Tað hevur verið alment frammi, at Barnadeildin verður flutt inn á aðra deild, har vaksnir sjúklingar liggja, og at deildin minkar niður í tvær seingjastovur. Ætlanin er ásett at vara í fleiri mánaðir. Í roynd og veru merkir hetta, at vit onga Barnadeild hava, sigur Sirið Stenberg. Les meira um hetta her.

Løgtingskvinnan fyri Tjóðveldi, sum í farna valskeiði var landsstýriskvinna í Heilsu- og innlendismálum vísur á, at tað í áravís hevur verið hildið fast í, at børn og vaksin ikki eiga at vera innløgd saman, og at rætturin hjá børnum til serstakar deildir er eyðsýndur.

– Hetta var grundarlagið undir at gera serstaka barnapsykiatriska dagdeild, sum var eitt nýbrot, sum seinasta samgonga fekk sett í verk. Barnaumboðsmaðurin átalaði eisini ónøktandi viðurskiftini á barnapsykiatriskua økinum frammanundan. Tí kann tað undra stórliga, at tað nú vera gjørdar so stórar broytingar, at einasta somatiska barnadeild í landinum ikki er tøk í fleiri mánaðar. Gjøgnumgangandi fyri allan barnarættindarsáttmálan er, at avgerðir hjá myndugleikum skulu vera til barnsins besta.

Orsøkin til flytingina er, at seingjadeildin skal brúkast til koronasjúklingar, og Sirið Stenberg ásannar, at støðan við korona er serstøk og krevur nógv, men hon sigur seg ivast í, um tað er rætt at ofra Barnadeildina.

–Er tað rætt at ofra Barnadeildina, og er onki alternativ til ætlanina er viðkomandi at spyrja. Tað er sjálvsagt trupult at leggja tilrættis í krepputíð, men kanska serliga tá er neyðugt at tryggja, at kreppuloysnir ikki gera seg inn á grundleggjandi rættindi. Tíverri sæst meira enn so, at kreppuloysnir blíva partur av varandi loysnum, sigur løgtingskvinnan.

Hon hevur nú sett Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismanni í Heilsumálum skrivligan fyrispurning um flytingina av barnadeildini.

Fyrspurningurin er soljóðandi:

1. Hvat heldur landsstýrismaðurin um, at børnini missa Barnadeildina og verða innløgd saman við vaksnum?

2. Metir landsstýrismaðurin, at broytingin á pædiatriska økinum er til barnsins besta, og í samsvari við sáttmálan um barnarættindini?

3. Eru starvsfólkini á Barnadeildini tikin við í avgerðina at flyta Barnadeildina?

4. Hvørja ávirkan fer tað at hava á innleggingar hjá børnum, at Barnadeildin verður flutt?

5. Hvat fer at mangla á deildini, har børnini vera flutt til, í mun til tær umstøður, sum eru á Barnadeildini?

6. Hvørja ávirkan fer tað at hava á virksemið nú og komandi mánaðirnar, at seingjatalið er minkað so nógv?

7. Kann tað roknast við, at Barnadeildin frameftir kann flytast og minkast t.d í feriutíð?

8. Sjúkrarøktarfrøðingarnar á Barnadeildini hava frásagt sær fakliga ábyrgd av pædiatriini. Hvat merkir hetta í praksis og hvør hevur so ábyrgd?

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder