Innanlands

Sirið spyr um koronustøðuna og ávirkan á viðgerðir í sjúkrahúsverkinum

Landsstýrismaðurin í heilsumálum skal m.a. greiða frá, hvussu gongst við at stytta bíðilistarnar, sum eru komnir orsakað av koronasmittuni

Sirið Stenberg, tingkvinna fyri Tjóðveldi (Mynd: Jens Kr. Vang)

Sirið Stenberg, tingkvinna fyri Tjóðveldi (Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-09-26 14:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Virksemið í sjúkrahúsverkinum hevur verið sera nógv darvað av koronastøðuni, sigur Sirið Stenberg, tingkvinna fyri Tjóðveldi, sum vil hava at vita frá landsstýrismanninum í heilsumálum, hvussu gongst við at stytta bíðilistarnar, sum eru komnar orsakað av hesum.

– Síðst í juni fekk eg upplýst frá landsstýrismanninum, at uml. 6.000 viðgerðir færri vóru framdar sammett við í fjør. 6000 viðgerðir, tað er ikki smávegis.

Sagt varð, at virksemið innan ávís serøki varð skert upp í 80 prosent. Akuttar viðgerðir blivu framdar, men m.a. planlagdar skurðviðgerðir og endurvenjing varð sera nógv skerd.

– Tað er trupult at meta um avleiðingarnar av hesum, men tað skerst ikki burtur, at tað er sera óheppið fyri fólk, sum bíða. Spurningurin er, um førleikar verða mistir á leiðini. Førleikar, sum møguliga ikki kunnu endurvinnast. Afturat hesum kemur uttan iva pína og líðing, sjúkrameldingar og annað, sum ávirkar lívsgóðskuna. So avleiðingarnar av koronusmittuni eru víðfevndar fyri sera nógv fólk og familjur, sigur Sirið Stenberg.

Tingkvinnan heldur, at neyðugt nú er at fáa nýtt yvirlit yvir støðuna. Hon vísir á, at Føroyar vóru koronafríar ein part av summarinum, og at virksemið ikki er líka skert nú. Tí vil hon hava Kaj Leo Holm Johannesen at greiða frá, hvussu gongst við at stytta bíðilistarnar, og hvør status er á økinum nú.

Sirið Stenberg vísir á, at nú smitta aftur er staðfest seinastu dagarnar, kann hetta aftur hava neiliga ávirkan á støðuna, hóast peningur er játtaður til eina serstaka koronadeild.

Sirið Stenberg hevur sett landsstýrismanninum í heilsumálum hesar fyrispurningar:

1. Hvussu gongur við at stytta bíðilistarnar í sjúkrahúsverkinum, sum komu í orsakað av koronu?

2. Hvussu nógvar viðgerðir færri eru samanlagt framdar higartil í ár sammett við í fjør?

3. Hvussu er samlaða talið á viðgerðum í ár sammett við í fjør býtt á ymisku sjúkuøkini?

4. Hvat verður ítøkiliga gjørt fyri at fáa bíðlistarnar niður?

5. Er nøkur kostnaðarmeting av, hvat tað kostar at fáa viðgerðartalið á har, sum mett varð, at tað átti at verið, um korona ikki var? Og rúmast kostnaðurin innan verandi játtan?

6. Eru tað gjørdar nakrar metingar av avleiðingunum fyri sjúklingarnar, at virksemið hevur verið so skert vegna koronu?

7. Hvat verður gjørt fyri at fyribyrgja, at sjúklingar, sum ikki fáa viðgerð, fáa álvarslig mein og missa førleikar í bíðitíðini?

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder