Mentan

Sirið: Vit eiga at søkja limaskap í EBU

Sigurin hjá Reiley hevur fingið gongd í ætlanir um føroyskan limaskap í Eurovision

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-02-14 08:50 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna við mentamálum, er vorðin sannførd um, at Føroyar ætla at royna at fáa limaskap í evropeiska sjónvarpsfelagsskapinum, EBU, sum skipar fyri árligu Eurovision sangkappingini.

Eftir at Rani Petersen sum Reiley vann donsku Grand Prix kappingina um vikuskiftið og nú skal umboðað Danmark í Eurovision, er tankin vaktur um føroyskan limaskap.

Ein, sum hevur skumpað undir hesar tankar, er Johan Mortensen, sum undan kappingini í Danmark vendi sær til landsstýriskvinnuna um hetta við teirri sannføring um, at Reiley fór at klára seg væl.

Johan skrivaði eisini eina almenna áheitan. Sí lesarin.fo: Eurovision og Føroyar

Í sendingini Góðan Morgun Føroyar fyri løtu síðani segði Sirið Stenberg seg vera samda í hesum, og hevur borið málið fram við Høgna Hoydal, landsstýrismann við uttanríkismálum.

Eisini Ivan Niclasen, kringvarpsstjóri, tók undir við hesum, hóast tað ivasamt um Føroyar og Kringvarp Føroya megna at skipa fyri einari evropeiskari finalu um Føroyar skuldu vunnið.

Men sambært landsstýriskvinnuni er tað av týdningi, í fyrstu atløgu, at geva føroyskum tónleikarum møguleika at skipa fyri sínari egnu kapping og harvið luttøku í altjóða kappingini á hvørjum ári.

Um vit vinna, kann finalan kanska fyriskipast í samstarvi við onnur í fyrsta umfari, helt landsstýriskvinnan við mentamálum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder