Sita nú í arbeiðsbólkum

Ábendingar eru um framgongd í samgongusamráðingunum millum CEF-flokkarnar. Í morgun varð tosað yvirskipað við trimum fólkum fyri hvønn flokk. Aftan á døgurða eru fleiri fólk kallað inn fyri hvønn flokk, og nú sita tey í fleiri bólkum

Hanna Jensen er ein av teimum, sum ikki var á fundi í morgun, men sum er við í samgongusamráðingunum. (Mynd: Sverri Egholm)

Hanna Jensen er ein av teimum, sum ikki var á fundi í morgun, men sum er við í samgongusamráðingunum. (Mynd: Sverri Egholm)

2022-12-14 13:33 Author image
Jógvan Jákupsson
placeholder

Fyrst varð roynt at skipa samgongu millum Javnaðarflokkin, Sambandsflokkin og Framsókn. Roynt varð at viðgera tær stóru ósemjurnar fyrst. Tann royndin kollsigldi, tí ósemja var millum Sambandsflokkin og Framsókn.

Í morgun varð roynt av nýggjum við eini aðrari samanseting millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn. Trý fólk vóru fyri hvønn flokk. Tá fundurin endaði eitt sindur áðrenn døgurða fingust fólk ikki at siga, hvussu tað hevði gingist. Flokkarnir fóru hvør til sítt at viðgera støðuna og skuldu hittast aftur eftir døgurða.

Klokkan eitt komu flokkarnir saman aftur í løgtinginum. Enn er einki ítøkiligt at frætta. Kortini er greitt, at nú eru fleiri fólk við á fundi. Fyri Framsókn møttu ið hvussu so er tey fýra næstu á listanum umframt tey trý, sum vórðu vald fyri flokkin.

Í løtuni sita tey í fleiri fundarhølum, og tað ljóðar, at tey viðgera ymisk evni. Sostatt eru ábendingar um, at samráðingarnar nú eru meiri ítøkiligar, enn tær vóru í morgun.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder