Uttanlands

Sjáldsamur fornur grísaskøltur funnin í moldini í Hetlandi

Er hetta einasti varðveitti skøltur av uppruna svínunum, Shetland grice?

(Mynd: Shetland News)

(Mynd: Shetland News)

2020-08-18 10:15 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í Hetlandi eru tey spent uppá at fáa úrslitini av einum skølti, sum ein maður fann, tá hann gravaði eina veit við eini gomul hús fyri nøkrum døgum síðani.

Klumpurin vísti seg at vera ein skøltur av einum svíni við rættiliga stórum tonnum.

Spenningurin snýr seg um, hvørt talan er um ein skølt av forna svínunum, tey kalla Shetland grice.

Eitt slag av svínum, sum norrønu niðursetumenninir tóku við sær til bretsku oyggjarnar, og sum seinast livdu norðast í Skotlandi og oyggjunum. Tað sigst at seinasti svínið av hesum slag doyði í Hetlandi einaferð móti endanum av 1800 talinum.

Men ongar leivdir eru varðveittar av hesum serliga svíni. Um talan her er um ein Shetland grice, er talan um tann einasta skøltin, sum tey vita um.

Men óvist er, um hetta er ein Shetland grice ella um okkurt annað slag av svíni, skrivar Shetnews.

Kanningar skulu gerast lidnar fyrst.

Á Shetland Museum er ein eftirgerð av einum av hesum grísum, ið byggir á skriftligar søguligar keldur. Hetta svíni varð mett at hava langt trýni. Hevði hetlendski grísurin veruliga so langt trýni, so er hesin skølturin ikki ein slíkur, tí trýnið er ikki so langt. Kanska tað so er ein blandingur millum uppruna svínið og so svín, ið eru komin til seinni.

Undir grevstrinum varð vóru eisini funnar leivdir av vevnaði og bustarhárum, so møguleiki er at gera genkanningar av leivdunum, skrivar Shetnews. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder