
Einasti býráðslimur í Sjálvstýri sum var eftir í Klaksvíkar kommunu, nú Jógvan Skorheim herfyri tók seg úr flokkinum, hevur skift flokk, og er farin í Fólkaflokkin.
Óli M. Lassen sigur, at hann ikki sær sín leiklut í Sjálvstýri longur. Tí hevur hann valt at gerast virkin aftur í Fólkaflokkinum, har hann hevur verđi virkin frá ungum árum av, sigur Fólkaflokkurin í fráboðan.
Í býráðshøpið hevur hann verði serliga virkin innan tekniska økið. Hann var formaður í teknisku nevnd í átta ár. Hann var limur í byggi- og býarskipanarnevndini í átta ár og hevur eisini millum annað eisini sitið í havna- og vinnunevndini.
Sjálvstýri fekk til kommunuvalið í 2016 fýra sessir í býráðnum í Klaksvík, og hevði eisini borgarstjóran. Nú, góð fýra ár eftir, hevur flokkurin onga umboðan í Klaksvík.
Fólkaflokkurin hevur seks umboð av teimum ellivu í Klaksvíkar býráði. Borgarstjóran eigur Sambandsflokkurin við Karl H. Johansen, sum er einsamalt umboð í býráðnum fyri flokkin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald