Innanlands

Sjey 2. viðgerðir og ein 1. viðgerð í dag

Tingfundur verður kl. 11 – Á skránni í dag er m.a. uppskot um koronastuðul til listafólk, og uppskot um at broyta miðlastuðulin

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-04-28 10:22 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag verður nógv á skránni í tinginum. Talan er um sjey 2. viðgerðir, eina 1. viðgerð, eina framløgu, umframt umrøðu av fyrispurningi hjá Høgna Hoydal.

Millum tey mál, sum skulu viðgerðast í dag eru uppskot um koronastuðul til listafólk, hvørs tiltøk eru avlýst ella nógv avmarkað vegna almennu tilmælini, uppskot um heimild at skjóta grágás, uppskot um almennar lønarkontur, og uppskot um at broyta miðlastuðulin til verkætlanarstuðul.

Skrivligi fyrispurningurin hjá Høgna Hoydal úr Tjóðveldi er til Bárð á Steig Nielsen, løgmann, og snýr seg um val av limum í nevndir og ráð síðan løgtingsvalið 2019.

Tingfundurin byrjar klokkan 11.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder