Løgreglan støðgaði í gjár bilum í Klaksvík og í Havn.
Í Klaksvík gav løgreglan sjey ferðir bót - í øllum førunum var tað orsakað av, at bilførarin tosaði í telefon, og helt í telefonini væl at merkja. Bótin fyri hetta er 1.000 krónur.
Tað er hon eisini, um ein koyrir við píkadekkum eftir 1. mai. Í Havn varð ein bilførari tikin og fekk bót fyri hetta.
Skulkidagur
Einaferð um árið eru trupulleikar við at fáa ferðsluna á glið á tveimum serstøkum støðum. Tað er serliga á Marknagilsvegnum í Havn (fyrr var tað serliga við Hoydalar) og eisini á Kambsdali. Har hava skúlanæmingar í morgun tarnað ferðsluni, í samband við at tað er seinasti skúladagur hjá teimum á Miðnámi.
Hetta gjørdi tað trupult hjá nógvum at koyra í hesum økinum fyrr í morgun. Summi bíðaðu sera leingi, meðan næmingar stuttleikaðu sær. Í Havn vóru fleir í hvítum draktum og lótu sum um, at tey potaðu fólk í bilunum.
Innanlands
Sjey bilførar fingu bót fyri at tosa í telefon
Løgreglan var í Klaksvík í gjár, og har var eitt rák. Í morgun hevur ferðslan verið tarnað á Kambsdali og við Marknagilsvegin í Havn
2020-05-20 09:21
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald