2020-05-26 07:09
Ferðsluløgreglan var í gjárkvøldið úti og gjørdi ymsar kanningar av ferðsluni í høvuðsstaðnum.
Úrslitið av hesum var, at sjey ”mál vórðu skrivað”, sum helst merkir, at bilførarar fáa bót.
Talan var um ov nógva ferð í mun til ferðahámarkið, men í einum føri eisini, at bilførari ikki virdi skeltingina, og koyrdi øvugtan veg á einum strekki við einvegis ferðslu, upplýsir vakthavandi á politistøðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald