Uttanlands

Sjey mánaðir treytaleysa fongsulsrevsing fyri innbrot og annað

Annar av persónunum, sum í gjár varð handtikin í samband við umfatandi stuldurin í høvuðsstaðnum, er longu dømdur

Dómurin ljóðar á sjey mánaðar: Tveir mánaðir eru fyri innbroti og stuldurin, har viðkomandi hevði tikið nógv rúsdrekka, og fimm mánaðar fyri onnur viðuskifti í hesum sambandi (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Dómurin ljóðar á sjey mánaðar: Tveir mánaðir eru fyri innbroti og stuldurin, har viðkomandi hevði tikið nógv rúsdrekka, og fimm mánaðar fyri onnur viðuskifti í hesum sambandi (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-04-10 13:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjáramorgunin, týsdagin, boðaði løgreglan frá einum innbroti, sum hevði verið í Havn mánadagin.

Ein persónur hevði fráboðað innbrot, har persónar høvdu stolið eina stór mongd av víni og brennivíni úr bústaðnum.

Les eisini: Umfatandi innbrot eftir brennivíni

Tað gekk ikki long tíð, so hevði løgreglan fingið fatur á tveimum monnum og handtikið og skuldsett teir. 

Í dag, mikudagin, sigur vatkleiðarin á løgreglustøðini í Havn, at annar av persónunum hevur longu verið fyri rættinum.

Dómurin ljóðar á sjey mánaðar: Tveir mánaðir eru fyri innbroti og stuldurin, har viðkomandi hevði tikið nógv rúsdrekka, og fimm mánaðar fyri onnur viðuskifti í hesum sambandi.

Tað varð ikki komið inn á nærri, júst hvat hetta var. Tað er tó greitt, at persónurin skal inn at sita, tá pláss er. Talan er um treytaleysan dóm.

Tað er ikki vist enn, um aðrir persónar skulu inn at sita í samband við hetta málið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder