Mentan

Sjey Oscars til "Everything Everywhere All at Once"

Í nátt vórðu Oscar-heiðurslønirnar handaðar í Los Angeles – Filmurin "Everything Everywhere All at Once" varð tilnevndur í 11 bólkum, og átti hann bæði besta kvinnuliga høvuðsleikaran og bestu hjáleikararnar

"Everything EVerywhere All at Once" vann í nátt sjey Oscar-heiðurslønir (Mynd: EPA)

2023-03-13 08:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Filmurin "Everything Everywhere All at Once" gjørdist stóri vinnarin, tá ársins Oscar-heiðurslønir vórðu handaðar í Los Angeles í nátt okkara tíð.

Filmurin var tilnevndur í 11 bólkum, og vann hann í sjey av teimum. M.a. vann hann í bólkinum "besti filmur".

Michelle Yeoh, sum spældi høvuðsleiklutin í filminum, fekk eisini ein Oscar fyri besta kvinnuliga høvuðsleiklut. Og hetta var fyrstu ferð, at ein asiatisk kvinna vinnur ein Oscar í hesum bólkinum.

Jamie Lee Curtis og Ke Huy Quan vunnu eisini ein Oscar fyri ávikavíst besta kvinnuliga og besta mannliga hjáleiklutin.

Daniel Kwan og Daniel Scheinert vunnu eisini ein Oscar í bólkinum "besti leikstjóri", og vunnu teir báðir eisini ein Oscar fyri besta handritið.

Umframt hetta vann Paul Rogers, sum eisini hevði verið knýttur at filminum, í bólkinum "besta klipping".

Yvirlit yvir øll tey, sum hava vunnið í nátt, sæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder